Kecárna Playlisty
Obnov stránku
Desktop verze
Horní menu
playlist

hansara varrar bleytar og blíðar
fagrari harri aldri mær bíðar
og ongantíð møtti mær tunga so mjúk
ella eri eg bara mussisjúk

hansara varrar mær eru ein gáta
tær kyssa uppá ein heilt annan máta
og ongantíð møtti mær tunga so mjúk
ella eri eg bara mussisjúk

hansara varrar gerða meg villa
lokka meg nærri og kitla meg illa
og ongantíð møtti mær tunga so mjúk
ella eri eg bara mussisjúk

man eg nú nakrantíð fara at vita
ella so má eg so barasta gita
at varrar og kossur ein kensla so mjúk
oh eg eri helst bara mussisjúk

Text přidal DevilDan

Video přidal DevilDan

Tento web používá k poskytování služeb, personalizaci reklam a analýze návštěvnosti soubory cookie. Používáním tohoto webu s tím souhlasíte. Další informace.